Føroyar eiga lut í altjóða flogferðsluavtalum

Áhugamál hjá føroyskum og grønlendskum flogfeløgum mugu takast við í samráðingum hjá donsku stjórnini, tá talan er um at skipa flogferðsluavtalur við eitt nú USA og Kina. Hetta førdi Magni Arge fram í evropanevndini í fólkatinginum fríggjadagin.

- Tá tað snýr seg um felagsmál, sum Danmark umsitur, er tað umráðandi, at danska stjórnin ikki bara hugsar um ES, men eisini tryggjar áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi. Tí eigur tað at vera so, at lógaruppskot í fólkatinginum verða fevnd av eini meting av hvørjar avleiðingar uppskot fáa fyri føroyskt og grønlendskt virksemi.

Fundurin í evropanevndini snúði seg um at geva danska ferðslumálaráðharranum, Hans-Christian Schmidt, heimild at samráðast um flogferðsluavtalur við Kina og onnur triðjalond. Her førdi Magni Arge fram, at føroyingar eisini mugu vera fevndar av slíkum flogferðsluavtalum. 

- Tað er átaluvert, at Danmark stillar Føroyar og Grønland verri enn seg sjálvt, tá heimildir verða latnar til ES at samráðast um. Í hesi heimildini stendur eisini, at Ísland og Norra, ið bæði eru uttan fyri ES, skulu tryggjast møguleika at taka lut, men ikki eitt orð um Føroyar og Grønland. 

Haraftrat heldur Magni Arge, at Føroyar og føroysk flogferðsla vinna lítið við bert at vera ein lítið bløðra uttan fyri stóru skipanina. Við at vera partur av fleiri skipanum, ið tryggja betri flutningsrættindi, hava vit nógv størri atgongd til at menna føroyska flogferðslu og sambond.

Veitingin afturfyri er, at Føroyar skulu geva útlendskum flogfeløgum somu rættindi á flogvøllinum í Vágum sum teimum føroysku feløgunum. Men hesum er føroyski fólkatingslimurin ikki bangin fyri.

- Eg eri ikki bangin fyri, at føroysk flogferðsla ikki tolir kapping. Fleiri flogsambond fara at hava við sær størri ferðafólkatal.