Loysingarrørslan hevur meiriluta í Skotlandi

Grein frá 9. mai 2016

Sera áhugavert var at vera í Edinburgh í byrjanini av mai og fylgja við valinum til skotska tjóðartingið, Holyrood, har skotar skuldu velja 129 tinglimir hósdagin. Tjóðskaparflokkurin, SNP, er framvegis nógv størsti flokkur í Skotlandi við 63 tinglimum. Konservativi flokkurin fekk 31 tinglimir, Labour 24 tinglimir, grøni flokkurin 6 og Liberalu Demokratarnir 5.

Mangt er broytt í Skotlandi farnu fáu árini. Til 1999, tá skotsta tjóðartingið varð endurreist, valdu skotar bara umboð í parlamentið í Westminster. Hagar plagdu skotsku veljararnir at senda ein heilan her av Labour-fólkum, tí konservativa politikkurin í Onglandi var sera illa umtóktur í Skotlandi. Serliga tíðin við Margaret Thatcher fekk skotar at snara til vinstru.

Á t.d. valinum til parlamentið í Westminster í 1987 valdu skotar 50 Labour-umboð av tilsamans 72. SNP fekk bara 3 umboð vald. Nú er vent í holuni. Á Westminster-valinum í fjør fekk SNP ikki færri enn 56 umboð av teimum 59, sum nú verða vald til Westminster. SNP gjørdist við hesum úrslitinum triðstørsti flokkurin í øllum Bretlandi.

Valskipanin í Skotlandi ger, at sami flokkur ikki á sama hátt kann seta seg á nærum allar sessirnar í Holyrood. 73 tinglimir verða umdømisvaldir, og 56 verða eykavaldir eftir eini skipan, sum javnar úrslitið betur út enn við skipanini fyri umdømisvald. SNP fekk 59 umdømisvald hósdagin, sum var ein stórsigur, og 4 eykavald, sum var 12 færri enn í 2011.

Í sambandi við valið av umdømisvaldum fekk SNP 1.059.897 atkvøður. Ta seinnu atkvøðuna at velja tey eykavaldu góvu nógvir SNP-veljarar eisini SNP, men ikki allir. Atkvøðutalið har var 953.987. Hetta var 106.000 atkvøður færri enn á umdømisvalinum, og hetta hendi, hóast SNP díkti á veljararnar at lata flokkinum báðar atkvøðurnar.

Orsøkin til, at ikki allir veljarar lurtaðu, var helst, at grøni flokkurin dyrgdi dúgliga eftir seinnu atkvøðuni hjá SNP-veljarum. Báðir flokkarnir eru fyri at skipa Skotland sum sjálvstøðugt land, so stutt er at flyta millum flokkarnar. Grøni flokkurin fekk 13.172 atkvøður á valinum fyri umdømisvald og heilar 150.426 atkvøður á valinum fyri eykavald.

Soleiðis misti SNP reina meirilutan, sum flokkurin vann í 2011, men úrslitið var kortini ein stórsigur fyri loysingarrørsluna í Skotlandi, tí tilsamans hava SNP og grøni flokkurin 69 umboð, ið er meira enn tey 65 umboðini, sum krevjast at hava meiriluta í Holyrood. Flokkarnir kunnu tí útskriva nýggja fólkaatkvøðu um loysing – um teir vilja.

Fólkaatkvøðan í 2014 ávirkaði eisini úrslitið hósdagin sambandsvegin. Nú er konservativi flokkurin, sum er fyri uniónini, væl størstur sum nr. 2 í Skotlandi. Hann fekk 31 tinglimir og gekk 12 sessir fram. Labour er í fríum falli eftir at hava mist 12 tinglimir og hevur nú bara 24. Labour er rætt og slætt dottin niðurímillum loysingar- og sambandsvongin í Skotlandi.