Stjórnarskipanin nútímansger føroyska fólkaræðið

Ein nýggj føroysk stjórnarskipan skal bara staðfesta tað, sum vit eru samd um: At Føroya fólk er tjóð, at Føroyar eru land, og føroyska tjóðin sjálv ger av sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Haraftrat skal hon áseta tey borgarrættindi, sum hoyra einum nýmótans fólkaræði til. Arbeiðið er komið so væl áleiðis, at væl skuldi ligið fyri at fingið samtykt stjórnarskipanina í 2017

Á fólkatingi í heyst havi eg tvær ferðir sett donskum ráðharrum spurningar um uttanríkispolitisku heimildarlógina og føroyska sjálvsavgerðarrættin.

Fyrru ferð spurdi eg danska uttanríkisráðharran, Kristian Jensen, hvørji stig stjórnin ætlaði at taka viðvíkjandi uttanríkispolitisku heimildarlógini, sum í verandi líki kann elva til tyngjandi ósemjur millum Føroyar og Grønland og í øðrum málum er ein handilspolitisk spennitroyggja fyri Føroyar.

Kristian Jensen svaraði avgjørdur, at í danska kongaríkinum er bara ein tjóð, ein rødd og ein uttanríkispolitikkur. Hetta samsvarar ikki við vanliga fatan í Føroyum, her vit sjálvandi meta okkum sum tjóð við egnari rødd, ið grundleggjandi røkir egin áhugamál best úti í heimi við egnum handilspolitiskum átøkum.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, svaraði undan jólum nakað tað sama, tá eg spurdi hann, um danska stjórnin virdi føroyska sjálvsavgerðarrættin, sum føroyingar vilja staðfesta í stjórnarskipanini.

Hann svaraði greitt, at stjórnin vildi virða føroyska fólkaviljan, um vit ynsktu at loysa frá Danmark, men hann helt ikki, at føroyingar kunnu staðfesta í stjórnarskipanini sín rætt til sjálvir at taka hesa avgerð, tí tað er tað sama sum at taka loysing. Grundegevingin hansara var og er áhaldandi, at "det ligger uden for grundlovens rammer," hóast grundlógin hvørki nevnir heimastýrið ella sjálvsavgerðarrætt.

FUNDAMENTALISTISK STØÐUTAKAN

Hendan støðan hjá danska forsætisráðharranum er tann sama, sum danska løgmálaráðið proklameraði 2. juni í 2010, tá føroyska stjórnarskipanin eisini var á skrá. At føroyingar staðfesta, at teir hava rætt til alt vald vald í Føroyum og kunnu taka tað, tá teir eru samdir um tað, tulkaði løgmálaráðið á rættiliga dramatiskan hátt sum loysing.

Men løgmálaráðið var tá – og er enn – á skeivari leið og leggur við síni stívrendu fatan upp til óneyðugan samanbrest millum Føroyar og Danmark og millum føroyingar innanhýsis. M.a. hetta hava løgfrøðingarnir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi, sáli, víst á í drúgvari grein í danska blaðnum Juristen longu í 2010.

Í hesi grein kallaðu teir støðutakanina hjá danska løgmálaráðnum antipragmatiska, fundamentalistiska og veruleikafjara. Føroyingar kunnu væl kunngera sín sjálvsavgerðarrætt uttan at taka loysing, tí tað hava so mangar aðrar politiskar eindir í heiminum gjørt undan føroyingum, vístu teir á í Juristen.

STJÓRNARSKIPNAIR VIÐ ONGUM STATI

Teir báðir slóu fast, at stjórnarskipanararbeiðið hevur onki við loysing at gera. Tað snýr seg um at skapa ein nýmótans karm um føroyska fólkaræðið og fáa skapt eina stjórnarskipanarliga mentan í Føroyum, ið kann menna landið. Hvussu løgmálaráðið hevur fingið hetta at vera tað sama sum loysing, skiltu teir ikki.

Veruleikin er, at tað er snævurskygt at tulka orðið stjórnarskipan ella grundlóg sum nakað, ið einans kann galda í einum sjálvstøðugum stati. At tulka stjórnarskipanir soleiðis samsvarar als ikki við stjórnarskipanarsøgu ella altjóða veruleikan, tí nógvar politiskar eindir, sum ikki eru statir, hava egnar stjórnarskipanir.

Í hollendska kongaríkinum hava Antillurnar og Aruba egnar grundlógir, meðan felags grundlógin er uppiyvir. Frá 1874 til 1918 hevði Ísland sína egnu stjórnarskipan við síðuna av donsku grundlógini, og í heiminum í dag finnast lógir í øllum heimspørtum, ið kunnu kallast stjórnarskipanir í hálvstatsligum politiskum eindum. Talan er um tilsamans 200 tílíkar lógir.

HAVA VIÐURKENT SJÁLVSAGERÐARRÆTTIN

Eitt annað, sum teir báðir vístu á, var, at tá uttanríkispolitisku heimildarlógirnar vórðu kunngjørdar 7. november í 2005, viðurkendi og staðfesti danska stjórnin samstundis sjálvsavgerðarrætt føroyinga samsvarandi altjóða rætti. Hví føroyingar ikki sjálvir kunnu staðfesta sama sjálvavgerðarrætt, er tí óskiljandi.

Í 1989 var ein líknandi støða í Skotlandi. Um hetta mundið høvdu skotar onki tjóðarting. Tað kom ikki fyrr enn 10 ár seinni. Men hetta árið kunngjørdu skotar A Claim of Right for Scotland, har teir søgdu, at teir høvdu suverenan rætt til at velja sær egið stýri eftir egnum tørvi. Her staðfestu teir sjálvsavgerðarrættin, men teir tóku ikki loysing, og tað hava teir ikki gjørt enn.

Vert er eisini í hesum sambandi at gera mun á felagsskapinum millum Føroyar og Danmark, sum nógvir føroyingar seta høgt, og donsku grundlógina, sum danskir ráðharrar seta høgt. Danska grundlógin er onki grundleggjandi súmbol upp á føroyskt fólkastýri.

Tað er føroyska stýrisskipanin harafturímóti, og føroyska stjórnarskipanin fer at nýtímansgera fólkaræðisliga grundarlag okkara.

AT ENDA

Samanumtikið er ein føroysk stjórnarskipan onki at óttast – hvørki hjá donskum ráðharrum ella sambandspolitikarum í Føroyum, sum av og á kalla stjórnarskipanina eitt loysingarskjal. Aksel Johannesen, løgmaður, greiddi væl frá hesum viðurskiftum í tinginum undan jólum, tá hann segði, at stjórnarskipanin er onki skjal um loysing í sjálvum sær.

Ongin loyna er, at vit í Tjóðveldi ynskja okkum, at Føroyar verða sjálvstøðugt land. Men tað verður ikki við stjórnarskipanini. Við henni fáa vit í Føroyum ein søguligan møguleika at semjast um okkara felags grundarlag. Frá fornari tíð bygdu vit landið, og vit gera av okkara framtíð. Illa kann tað forkoma nøkrum samstarvi við Danmark at samtykkja hetta.

Eg skilji væl, at tað fellir summum fyri bróstið, tá spurningar um uttanríkispolitiskar heimildir og sjálvsavgerðarrætt verða settir á fólkatingi. Men eg havi varhugan av, at tað eru ikki spurningarnir, sum órógva, men heldur donsku svarini, tí tey samsvara ikki við føroyska fatan.

Veruleikin er, at bara vit føroyingar seta áhugamálini hjá Føroyum fremst. Danmark hugsar fyrst um síni egnu viðurskifti, so áhugamálini hjá ES, og síðan koma Grønland og Føroyar. Tí er neyðugt, at vit taka okkum m.a. størri uttanríkispolitiskar heimildir at verja okkara áhugamál.

Veruleikin er eisini, at Føroyar eru land og føroyingar serstøk tjóð, og tí skal avgerðin um okkara framtíð liggja í okkara hondum. Latið okkum tí samtykkja hendan rættin saman.