10. apríl vóru fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Magni Arge á fundi í US State Department við Robert (Bob) Papp, sum er formaður í Arctic Council (Arktiska ráðnum). Robert Papp sýndi Føroyum stóran áhuga, og eisini segði seg verða áhugaðan at vitja í Føroyum.
Føroyar í kríggj uttan at vera spurdar
Danmark hevur valt at styrkja um hernaðarligu átøkini í Irak og Sýria, men Føroyar eru ikki spurdar um eina støðutakan. Vit kunnu ímynda okkum, at Merkið fer at veittra uttan fyri donsku sendistovuna í Damaskus og staðfesta Føroyar sum krígsherjandi tjóð, hóast vit ongantíð formliga hava tikið undir við hesum
Stjórnarskipanin nútímansger føroyska fólkaræðið
Ein nýggj føroysk stjórnarskipan skal bara staðfesta tað, sum vit eru samd um: At Føroya fólk er tjóð, at Føroyar eru land, og føroyska tjóðin sjálv ger av sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Haraftrat skal hon áseta tey borgarrættindi, sum hoyra einum nýmótans fólkaræði til. Arbeiðið er komið so væl áleiðis, at væl skuldi ligið fyri at fingið samtykt stjórnarskipanina í 2017
Fólkið í Arktis má standa saman um burðardygga veiði
Í framløgu á Arctic Frontiers í Tromsø í dag førdi eg fram, at tað er stórur munur á fatanini av burðardyggari veiði í stórbýum og Arktis, og tí er neyðugt hjá arktiska fólkinum at seta teimum krøv, ið vilja hava ávirkan í økinum. Eisini greiddi eg frá átakinum um Føroyar sum maritiman tænastudepil, og hvussu føroyingar hava bygt land við at gagnnýta tilfeingið í havinum.
Føroysk grundlóg á trappunum
Han cykler med en hval på ryggen
Flaggstendur skulu tryggja dønum valdið í Arktis
Nógv bendir á, at danska stjórnin heldur seg kunna tryggja sítt vald í Arktis við at flagga við føroyska og grønlendska flagginum í Danmark, hóast stjórnin samstundis roynir at avmontera allar royndir at nýskipa stjórnarskipanarlig viðurskiftini við gomlu hjálondini. Í Føroya-nevndini fríggjadagin samanbar Lars Løkke Rasmussen Føroyar og Grønland við Møn og Bornholm.
Magni á fundi við donsku stjórnina um flogferðslu
Kanna um fyritíðarpensjónistar kunnu fáa betri treytir
Arbeiðsbólkur á embætismannastigi er í gongd við at kanna um tað ber til at seta í gildi somu reglur hjá fyritíðarpensjónistum millum Føroyar og Danmark sum í Norðurlondum. Tað vísir svarið frá Jørn Neergaard Larsen, arbeiðsmarknaðarráðharra, til spurning frá Magna Arge, fólkatingsmann fyri Tjóðveldi.
Løkke: Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk
Magni Arge, fólkatingslimur, spurdi í dag forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, um Danmark vil virka við til, at Føroyar fáa størri sjálvstøðugt vald á uttanríkispolitiska økinum. Løkke svaraði, at tað ber ikki til, tí Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk.
– Hetta vísir eina gamla, imperialistiska tankagongd, har áhugin hjá Danmark altíð vinnur á møguleikanum hjá føroyingum at menna okkara handilspolitisku samstørv, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.
Hetta tóktist eisini vera ein endurtøka av orðunum hjá danska uttanríkisráðharranum fyri tíð síðan, tá hann segði, at Danmark var ein tjóð, ein rødd og hevði ein uttanríkispolitikk.
Handilspolitiska sambandið millum Føroyar og Danmark er skapt av søgu. Ein søga, sum førdi til, at Danmark bleiv limur í ES, meðan Føroyar vóru verandi uttanfyri. Ein søga, sum hevur havt við sær, at samhandil millum Føroyar og Danmark verður stýrdur av einari handilsavtalu millum Føroyar og ES. Og ein søga, sum hevur merkt, at Danmark fyri tveimum árum síðan luttók í størsta handilspolitiska áganginum móti Føroyum síðan seinni heimsbardaga.
– Hetta vísir heilt greitt, at tá tað snýr seg um verja føroysk áhugamál, so eru tað einans vit føroyingar, sum meta hetta hægst. Fyrst tosaði uttanríkisráðharrin um “én nation, én udenrigspolitik og én stemme”, og nú endurtekur forsætisráðharrin tað sama. Tað merkir, at danir flyta seg bara, um vit føroyingar sjálvir standa saman og halda á at gera okkara rætt galdandi. Tvey dømi um hetta eru fiskimarkið og ósemjan um pelagisku fiskasløgini, sigur Magni Arge.
Munur skal ikki gerast á føroyskum og donskum krígsveteranum
Eru Føroyar Unbelievable ella Discount?
Eg hugsi um tænastuna umborð á tjóðarflogfelagnum, sum hevur verið einastandandi frá fyrsta degi, tá Atlantsflog lætti sær á í mars 1988. Tað var í teimum døgum, tá tað var rættiliga forkunnugt at sleppa á flog, kappast var ikki so hart uppá prís, men tænastan umborð var yvirhøvur góð og eitt kappingarparametur.
Julehilsner i færøsk radio
Riddarakross til Bárð Nielsen
Páskirnar eru halgasta høgtíð okkara, og fólk binda frið í stillu viku. Øll uttan formaðurin í Sambandsflokkinum, sum er farin at brestast sjálvan páskadag. Tað gjørdu bretar eisini í Írlandi fyri 100 árum síðan, men tað hjálpti ikki, tí írska tjóðin vann sær kortini pláss millum aðrar frælsar tjóðir.


