Nei til tvungna hertænastu

Nei til tvungna hertænastu

Flaggrøða á fólkatingi: Søguliga hava føroyingar givið sítt dygga íkast til, á friðarligan hátt, at verja frið og fólkaræði. Heldur enn at senda Føroya synir og døtur í kríggj undir donskum flaggi, eiga vit sjálvi at átaka okkum at hevja sjálvræði í føroyskum øki

Tjóðveldi skipar fyri hoyring um loftferðslustrategi

Tjóðveldi skipar fyri hoyring um loftferðslustrategi

Tann 27. mars skipar Tjóðveldi á Fólkatingi fyri almennari hoyring um loftferðslustrategi undir heitinum "Luftfarten og Udkanten - et perfekt match". Her verður møguleiki at hoyra leiðandi fólk innan loftferðslu greiða frá loftferðslustrategi í bæði altjóða, regionalum og lokalum perspektivi. Hesi umboða bæði flogfeløg, floghavnir, áhugafelagsskapir og politisku sferuna. 

Danmark fer ikki at virka fyri at broyta Helsingfors avtaluna

Danmark fer ikki at virka fyri at broyta Helsingfors avtaluna

Tað sigur uttanríkisráðið í svari uppá fyrispurning, sum eg setti ráðharranum fyri norðurlandasamstarvi Karin Elleman í gjár : ”I lyset af de seneste drøftelser som reaktion på Færøernes ansøgning om selvstændigt medlemskab af Nordisk Råd og Nordisk Ministerråd er det ikke regeringens opfattelse, at det vil være muligt at opnå enighed med de andre lande om at ændre helsingforsaftalen.”

LØKKE VIL IKKI EIGA APUNA

LØKKE VIL IKKI EIGA APUNA

Tá eg í gjár spurdi um, hví danska stjórnin í dag tulkar Grundlógina restriktivari enn stjórnin hjá Anker Jørgensen, sála, gjørdi í 1980, gleið forsætisráðharrin spakuliga av spurninginum og legði ábyrgdina av betongkendu tulkingini yvir í danska løgmálaráðið.

LØKKE PASSAR SÆR LØGIR

LØKKE PASSAR SÆR LØGIR

Lars Løkke Rasmussen ásannaði, at tað kann hava við sær stórar broytingar fyri føroysk og donsk áhugamál viðvíkjandi fiskivinnun, tá bretar fara úr ES - ella um skotar velja at fara úr Stóra Bretlandi. Og tað kann eisini blíva ein avbjóðing millum partarnar í "ríkinum" ásannaði hann, men annars bar hann seg undan at greina støðuna nærri um Brexit og skotska loysing.

Føroya flagg sum donsk propaganda

Føroya flagg sum donsk propaganda

Danska forsætismálaráðið hevur gjørt av at flagga við Merkinum ólavsøkudag 29. juli og grønlendska flagginum á grønlendska tjóðardegnum 21. juni. Ætlanin er heilt eyðsýnt at royna at tekkjast føroyingum og grønlendingum í eini roynd at skapa eina mynd av fólskligari virðing fyri Føroyum og Grønlandi.

Tók eitt korter at frysta blokkin

Tók eitt korter at frysta blokkin

Tað er eftir øllum at døma ikki nakar trupulleiki hjá dønum at frysta blokkin og játta møguleikanum at minka um hann. Tað var sjónligt í orðaskiftinum í fólkatinginum í dag, har røðurnar vóru millum 15 sekund og ein minutt - og allar vóru positivar um avgerðina at frysta blokkin. Ein av røðarunum, ið hevur verið nógv frammi sum røðuskrivari í seinastuni, hevði enntá mist røðuna burtur í printaranum. So hon bleiv eisini stutt. 

Kubanar vilja keypa føroyskan fisk

Kubanar vilja keypa føroyskan fisk

Umboðini fyri CARIBEX løgdu tíðliga kortini á borðið og søgdu, at teir vistu ikki so nógv um føroyska fiskaframleiðslu, men høvdu nú funnið útav, at teir keypa fisk úr Føroyum – eitt nú laks og saltfisk. Men hann verður keyptur gjøgnum spanskar, portugisiskar og kinverskar sølukanalir. Teir ynsktu alt fyri eitt at fáa samband við føroyskar útflytarar, so farast kundi undir beinleiðis innflutning úr Føroyum.

Den færøske folkevilje skal ikke pakkes ned i jura

Den færøske folkevilje skal ikke pakkes ned i jura

I dag for nøjagtig et år siden sagde jeg ja til at stille op til folketingsvalget og kan nu se tilbage på min første sæson på Borgen. Hvis nogen skulle være i tvivl, så har jeg forsøgt at gøre det begribeligt for Folketinget, at vi har en stærk selvstændighedsbevægelse på Færøerne og et udtrykt ønske om at cementere vores selvbestemmelsesret. Det kræver noget nytænkning omkring forholdet mellem Danmark og Færøerne.