Homoseksuel vielse: Opfordring til Folketinget at godkende afgørelsen

Homoseksuel vielse: Opfordring til Folketinget at godkende afgørelsen

Jeg opforder derfor venligt Folketinget om ikke at sætte sig i vejen for afgørelsen, fordi der har været nok drama om forslaget på Færøerne. Vi har set gennem de sidste mange år, at dette har fyldt enormt meget i det politiske landskab, og nu hvor vi er så tæt på afgørelsen på en lang og sej kamp, synes jeg det er på sin plads at opfordre alle folketingsmedlemmer til at lade afgørelsen på Færøerne være entydig.

Brot úr kjaki við Sjúrð Skaale tann 26. apríl. Kjakið snúði seg um hvat vit leggja í Merkið og tað, at danir hava valt at flagga ólavsøkudagin.  

Jeg opforder derfor venligt Folketinget om ikke at sætte sig i vejen for afgørelsen, fordi der har været nok drama om forslaget på Færøerne. Vi har set gennem de sidste mange år, at dette har fyldt enormt meget i det politiske landskab, og nu hvor vi er så tæt på afgørelsen på en lang og sej kamp, synes jeg det er på sin plads at opfordre alle folketingsmedlemmer til at lade afgørelsen på Færøerne være entydig.

Stjórnarskipanin nútímansger føroyska fólkaræðið

Ein nýggj føroysk stjórnarskipan skal bara staðfesta tað, sum vit eru samd um: At Føroya fólk er tjóð, at Føroyar eru land, og føroyska tjóðin sjálv ger av sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Haraftrat skal hon áseta tey borgarrættindi, sum hoyra einum nýmótans fólkaræði til. Arbeiðið er komið so væl áleiðis, at væl skuldi ligið fyri at fingið samtykt stjórnarskipanina í 2017

Fólkið í Arktis má standa saman um burðardygga veiði

Í framløgu á Arctic Frontiers í Tromsø í dag førdi eg fram, at tað er stórur munur á fatanini av burðardyggari veiði í stórbýum og Arktis, og tí er neyðugt hjá arktiska fólkinum at seta teimum krøv, ið vilja hava ávirkan í økinum. Eisini greiddi eg frá átakinum um Føroyar sum maritiman tænastudepil, og hvussu føroyingar hava bygt land við at gagnnýta tilfeingið í havinum.

Flaggstendur skulu tryggja dønum valdið í Arktis

Nógv bendir á, at danska stjórnin heldur seg kunna tryggja sítt vald í Arktis við at flagga við føroyska og grønlendska flagginum í Danmark, hóast stjórnin samstundis roynir at avmontera allar royndir at nýskipa stjórnarskipanarlig viðurskiftini við gomlu hjálondini. Í Føroya-nevndini fríggjadagin samanbar Lars Løkke Rasmussen Føroyar og Grønland við Møn og Bornholm.

Løkke: Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk

Løkke: Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk

Magni Arge, fólkatingslimur, spurdi í dag forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, um Danmark vil virka við til, at Føroyar fáa størri sjálvstøðugt vald á uttanríkispolitiska økinum. Løkke svaraði, at tað ber ikki til, tí Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk.

– Hetta vísir eina gamla, imperialistiska tankagongd, har áhugin hjá Danmark altíð vinnur á møguleikanum hjá føroyingum at menna okkara handilspolitisku samstørv, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.

Hetta tóktist eisini vera ein endurtøka av orðunum hjá danska uttanríkisráðharranum fyri tíð síðan, tá hann segði, at Danmark var ein tjóð, ein rødd og hevði ein uttanríkispolitikk.

Handilspolitiska sambandið millum Føroyar og Danmark er skapt av søgu. Ein søga, sum førdi til, at Danmark bleiv limur í ES, meðan Føroyar vóru verandi uttanfyri. Ein søga, sum hevur havt við sær, at samhandil millum Føroyar og Danmark verður stýrdur av einari handilsavtalu millum Føroyar og ES. Og ein søga, sum hevur merkt, at Danmark fyri tveimum árum síðan luttók í størsta handilspolitiska áganginum móti Føroyum síðan seinni heimsbardaga.

– Hetta vísir heilt greitt, at tá tað snýr seg um verja føroysk áhugamál, so eru tað einans vit føroyingar, sum meta hetta hægst. Fyrst tosaði uttanríkisráðharrin um “én nation, én udenrigspolitik og én stemme”, og nú endurtekur forsætisráðharrin tað sama. Tað merkir, at danir flyta seg bara, um vit føroyingar sjálvir standa saman og halda á at gera okkara rætt galdandi. Tvey dømi um hetta eru fiskimarkið og ósemjan um pelagisku fiskasløgini, sigur Magni Arge.

Riddarakross til Bárð Nielsen

Páskirnar eru halgasta høgtíð okkara, og fólk binda frið í stillu viku. Øll uttan formaðurin í Sambandsflokkinum, sum er farin at brestast sjálvan páskadag. Tað gjørdu bretar eisini í Írlandi fyri 100 árum síðan, men tað hjálpti ikki, tí írska tjóðin vann sær kortini pláss millum aðrar frælsar tjóðir.