Mentanarnáttin 2018 á Christiansborg

Sum vant skipa føroysku fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, fyri fjølbroyttum tiltaki á Christiansborg fríggjakvøldið tann 12. oktober, í samband við árligu mentannarnáttina í Keypmannahavn.

Partur av tónleikaskránni verða nýggi og forvitnisligi bólkurin JASMIN og stórfingna føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið.

Umframt góðan tónleik verða framsýning av føroyskum klæðum frá Marjun Heimá og Sissal Kristiansen, vinnari av Blue Fashion Challenge, kemur at vísa fram nøkur av settunum, ið vórðu sniðgivin til kappingina, og greiða frá endamálinum og týdninginum við kappingini.

GG: Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.

Kaffi og te verður at fáa alt kvøldið. So takið vinfólkini undir armin og komið inn á Christiansborg til eitt stuttlig og hugnaligt kvøld!

Vit vilja mæla øllum til at koma í góðari tíð, av tí at tað vanliga er kø uttanfyri Christiansborg hetta kvøldið. Fyri at sleppa inn er neyðugt við einum mentanaratgongumerki, sum gevur atgongd til flestøll tiltøk hetta kvøldið. Atgongumerkini kosta 95 kr. og kunnu m.a. keypast í 7-Eleven.

Til ber at lesa meira um mentanarnáttina í Keypmannahavn her: https://www.kulturnatten.dk/

Leinkja til tiltaki á Facebook: https://www.facebook.com/events/283331675725612/

Gallup: Hugurin til sjálvstøðu veksur

Gallup: Hugurin til sjálvstøðu veksur

Átta av tíggju vilja sjálvi gera av ríkisrættarliga støðu og reka egnan uttanríkispolitikk

Undirtøkan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð veksur.  Seks av hvørji tíggju - ella 58 prosent -  halda, at føroyingar skulu miða eftir at gerast sjálvstøðug tjóð. Tað vísir kanning, sum Gallup gjørdi í juli. Tað eru seks prosent fleiri enn í kanning í fjør, tá Gallup setti líknandi spurning.

Á trappuni til sjálvstøðu

Á trappuni til sjálvstøðu

Tað eru 100 ár síðani Christiansborg var tikin í nýtslu aftur, og føroysku trappurnar hava líka síðani tænt danska demokratinum væl. Føroyski búskapurin hevur seinastu árini tikið seg so nógv fram, at spurningurin er ikki longur um vit standa á gáttuni til sjálvstøðu - heldur er spurningurin um vit eru farin um hana.

Tí Danmark hevur stórt handilsyvirskot í mun til Føroyar, og hetta varpaðu vit ljós á í fólkatinginum í dag. Handilsyvirskotið hjá Danmark er omanfyri tvær milliardir krónur.

Kom og fanga Tjóðveldi á fólkatingi

Kom og fanga Tjóðveldi á fólkatingi til ráðstevnuna ”KOM OG FANGA OKKUM”, sum MFS skipar fyri á Norðuratlans Bryggjuni leygardagin 21. apríl.

Her verður møguleiki at fáa eitt prát við starvsfólk á skrivstovuni, um hvat vit takast við og um hvørjar starvsmøguleikar vit kunnu bjóða.

Arbeiðið hjá Tjóðveldi á fólkatingi er sera fjøltáttað. Fyrst og fremst arbeiða vit við politiskum málum, ið stendst av eitt nú málsfyrireikingum og fyrireikingum til fundir í t.d. fólkatingssalinum tá mál, ið viðkoma Føroyum eru á skrá. Harnæst snýr arbeiðið seg um at innsavna vitan og tilfar, gera politiskar, samfelags- og búskaparligar greiningar, fyriskipa ráðstevnur og onnur tiltøk og eisini fjøltáttaðar uppgávur innan samskifti og fyrisiting – alt, ið er viðkomandi fyri føroyska samfelagið.

Í løtuni starvast trý fólk á skrivstovuni, ein skrivstovuleiðari og tveir studentar. Framyvir ætla vit at víðka um okkara skrivstovu við einum starvslæruplássi og veita møguleika fyri lesandi at samstarva við okkum um verkætlanir og uppgávur, ið eru viðkomandi fyri Føroyar og okkara virksemi.

So um tú skal í starvslæru, ella um tín næsta uppgávu í samband við lesnaðin skal snúgva seg um føroyskan politik ella samfelagsbúskap, ert vælkomin at práta við okkum um hvørjar tankar tú hevur gjørt tær, so vit kunnu kannað møguleikarnar fyri at eitthvørt samstarv kann koma í lag.  

ST-heimsmálini á breddan í Føroyum 23. februar 2018

ST-heimsmálini á breddan í Føroyum 23. februar 2018

Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Magni Arge, fólkatingsmaður, skipar fyri. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn.

HVALURIN ER MÍN

Tað eru góð tíðindi at fleiri flokkar í danska tinginum taka undir við burðardyggari veiðu av hvali og kópi í Norðurhøvum. Hetta visti Information at siga nú ein dagin frá eitt nú Christian Juhl hjá Eindarlistanum, sum er framsøgumaður í norðurlendskum og arktiskum málum.