FÓLKAFLOKKURIN Í DANSKAN RÁÐHARRASESS

Nú melur Fólkaflokkurin á kúluni. Fyri einari viku síðan proklameraði flokkurin sín vilja til at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og í gjár leyp toppkandidaturin í borg og meldaði seg klára til at taka við donskum ráðharrasessi!
Tá hon fyrr hevur sagt seg bara vilja sita í einum sessi í senn, má tað merkja, at hon tekur seg heilt burtur úr føryskum politikki til frama fyri sessin sum kolonibestýrari í donsku stjórnini.

TÁ KLOYVDAR TUNGUR TALA UM PENGAR

TÁ KLOYVDAR TUNGUR TALA UM PENGAR

Fyri stuttari tíð síðani jublaðu borgarstjórin Skorheim og samríkjamaðurin Skaale um, at teir høvdu fingið fingrarnar niður í danska statskassan og hálað fleiri milliónir heim til mentanarhús í Klaksvík - og soleiðis hækkað blokkstuðulin í 2019 við 1,5 prosenti.

Men í orðaskiftinum í sjónvarpinum í gjár segði formaðurin í Sjálvstýrinum – sami Skorheim – at hann skoytti ikki um eina krónu úr danska statskassanum!

Hóttir menningarhjálp danska ríkið?

Hóttir menningarhjálp danska ríkið?

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur á fólkatingi tikið spurningin upp um samstarv millum føroyskar myndugleikar og stovnar undir ST um menningarhjálp. Hann spyr uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen, um hann vil avmarka føroyska menningarhjálp, tí hann óttast fyri, at føroysk neyðhjálp skal taka danskan uttanríkispolitikk av ræði.

EIN VANLUKKA Í TITANIC KLASSANUM

EIN VANLUKKA Í TITANIC KLASSANUM

Tað kundi enda við eini vanlukku í Titanic klassanum, um norska krússkipið Viking Sky kollsigldi, tá motorararnir kódnaðu herfyri. Tí tað gekk sjón fyri søgn, at sjálvt í Norra, sum hevur bestu tilbúgving í Norðurhøvum, er tað trupult at koma fólkum til hjálpar á einum risaskipi, tá veðrið ikki er til vildar.

TIGA BURTUR SJÁLVSAVGERÐARRÆTTIN

TIGA BURTUR SJÁLVSAVGERÐARRÆTTIN

Nógva staðni hava lond hug at tiga burtur sjálvsavgerðarrættin hjá tjóðum, hóast hetta er ein meginsúla undir mannarættindum, sum ST hevur samtykt fleiri ferðir.

Heldur enn at tiga eiga Norðurlond at ganga undan og verja hesi rættindi. Ikki minst Danmark, sum higartil ikki hevur viðurkent avgerðarrættin hjá føroyingum og grønlendingum á fólkarættarligum grundarlagi.

Norden er cool

Norden er cool

Fáa vit ikki hóskandi avtalu um limaskap í Norðurlandaráðnum, so er tað bara enn eitt prógv um, at karmarnir í heimastýrislógini eru ov trongir.

Tí eiga vit kurteisliga at enda tann kapittulin í søgu okkara og seta sjøtul á ein nýggjan kapittul, har Føroyar taka fult ræði á egnum viðurskiftum. Tá kunnu vit taka lut á jøvnum føti við aðrar tjóðir í millumlanda samstørvum, segði Magni Arge á fólkatingi í dag, tá norðurlendska samstarvið var á skrá.

Hann legði afturat, at føroyska vælferðin hvílir á evnunum at brúka tilfeingið við skili og veksla tað um til kontanta inntøku á heimsmarknaðunum, og tí ger tað minni, um hetta kostar bæði blokkstuðul og fólkatingssessir.